Jólaposateknikappingin hjá SMS - børn

Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur!

Aftur í ár fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.

Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS sleppur vinnarin at tendra jólabýin 10. novembur og  fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. 10 útvaldar tekningar vunna gávukort upp á 200 krónur frá SMS.

50 tær bestu jólatekningarnar vera valdar út og hongdar upp í SMS, her øll hava møguleika at vera við at velja ársins jólaposa í tíðarskeiðnum frá 15. til 20. september. Tekningin, ið hevur fingið flest atkvøður, verður ársins jólaposi 2025.

Tekningin skal gerast á serliga tekniblaðið, ið kann heintast á Marknaðardeildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi hósdagin 11. september 2025 klokkan 12:00.

SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og til tiltøk annars.

Byrjar:
27.08.2025 - KL. 14:00
Endar:
27.08.2025 - KL. 16:30

Komandi tiltøk

28 august
2025
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
28 august
2025
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.
29 august
2025
Køkuprýðingarkapping - børn
Í dag fara vit í kapping um í at prýða køkur. Øll fáa hvør sítt stykki av køku, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu køku, ein fyri stuttligastu køku og ein fyri mest kreativu køkuna. Royndirnar siga okkum, at ta…